Sýna fram í Billedværkstedet

Leygardagin letur upp framsýning í Danmark, har føroysk listafólk sýna listaverk síni fram á Billedværkstedet

Leygardagin 20. maj letur upp listaframsýning í Billedværkstedet í Brovst. Við eru føroysk listafólk, umframt danskur málari, ið hegnisliga lýsir grønlendsku náttúruna.

Sagt verður um føroyingarnar á sýningini, at talan er um 8 sermerktar og litríkar føroyingar.

Billy Sjur Ohlsen og Torbjørn Olsen hava staksýningar, meðan Zacharias Heinesen, Eyðun av Reyni, Kári Svensson, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson og Aggi Asgerð Asgeirsdóttir hava nakrar myndir við.

Tey bæði Jonna og Ib Hugo Adelborg, ið hava Billedværkstedet meta, at listafólkini øll eru í listarligari menning og við størri og størri tryggleika hava tamarhald á sínum listarligu framførslum.

Latið verður upp leygardagin klokkan 14 og opið er síðani dagliga frá klokkan 13 til 17.

Tá latið verður upp leygardagin, verður. m.a. Torbjørn Olsen til staðar og Rosa á Rógvu fer at lesa upp yrkingar eftir William Heinesen.

Umframt hesa sýning, eru eisini onnur verk at síggja.

Standmyndir og kermisk list er at síggja í aldingarðinum og her eru umboðað Aase Haugaard, Anne Nielsen og Marianne Stenholdt Bork.

Framsýningin, har føroysku listafólkini eru við, heldur fram til tann18. juni.