Sí myndirnar: Ótrúlig kø uttanfyri nýggjan handil

Ein nýggjur handil við navninum Power letur upp í SMS í dag, og køin uttanfyri handilin er óveruliga lang. Síðani handilin lat upp klokkan 10.00 hevur køin verið oman forbí KFUM og er hon tað framvegis. 

 

 

Hesar myndirnar vórðu tiknar beint í 11 í morgun. Fólkini aftanfyri handilin nevna Power "Nýggja risan innan elektronikk".

 

 

 

Trýst her fyri at hoyra Høgna Zachariassen, leiðara, greiða frá um handilin.