Ivaleyst eru tey mong bæði í Danmark í Føroyum, og sum fylgdu við í morgun, tá ið kongafamiljan fylgdi Heindriki prinsi sín seinasta tein.
Í Christiansborgs Slotskirkju vóru innboðin saman at minnast og siga farvæl við 83 ára gamla prinsin, sum andaðist týskvøldið í farnu viku. Síðani hava allir almennir bygningar í Danmark flaggað á hálvari stong.
Eftir kórsetingina ringdu allar kirkjuklokkur í Danmark í ein hálvan tíma. Somuleiðis ringdi Dómkirkjan í Føroyum til æru fyri Heindrik prins. Les meira um tað her
Sí myndirnar, sum Scanpix eigur, undir greinini her.