Í dag er ein hendingarríkur dagur upp á nógvar mátar. Tað er longsti dagur, og í tí sambandi eru fleiri tiltøk kring landið. Eitt nú eru bál í fleiri bygdum og býum og fólk eru farin á skipaðar túrar niðan á eitt nú Slættaratind.
Jóansøkan er byrjað og harvið hava fleiri tiltøk verið í Vági í dag og í kvøld. Og tað kanst tú lesa meira um aðrastaðni á síðuni. Tað er altjóða selfidagur, sum vit hava hátíðarhildið her á in.fo við myndakapping.
Og síðst men als ikki minst, er í dag eisini altjóða yogadagur. Og nógv fólk komu saman á Tórsbreyt um 17 mundið í dag í góðveðrinum fyri at gera yoga og vera saman um hendan dagin. Sí myndirnar, sum fotografurin Amy Hansen hevur tikið.