Símun Samuelsen og liðfelagarnir í Keflavík vunnu góðan sigur á íslendsku meistarunum FH. Dysturin á heimavølli endaði við 2-1 til Keflavík. Keflavík legði seg á odda góðar 20 minuttir fyri tíð, men FH javnaði beinanvegin. Í seinasta minutti eydnaðist tað Keflavík at skora til 2-1. Baldur Sigurðsson gjørdi bæði málini hjá Keflavík. Símun Samuelsen spældi sum vant í vinstru síðu á miðvøllinum, og hann spældi allar 90 minuttirnar.