Símun vann á FC Midtjylland

Keflavík og Símun Samuelsen vórðu sett á eina torføra uppgávu, tá ið teir í kvøld fingu vitjan av FC Midtjylland í UEFA Cup.

 

Tað sá heldur ikki serliga gott út hjá Keflavík eftir 20 minuttum, tá ið teir longu vóru aftanfyri 0-2. Men íslendingarnir fingu bart seg upp á 2-2 sum hálvleiksleiðslu.

 

Í seinna hálvleiki var tað sum so mangan føroyski Símun Samuelsen, ið avgjørdi dystin. Hetta gjørdi hann í 57. minutti, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, og harvið tryggjaði Keflavík gott útgangsstøði til returdystin í Herning um tvær vikur.