Á Ólavsøku keypti hann lutaseðilin frá beiggja sínum, og drigið varð fyri umleið einum mánað síðani. Símun starvast dagliga sum maskinmeistari umborð á Teistanum. Hann er føddur í Nólsoy og uppvaksin á Borðuni, men hann býr í Tórshavn í dag. Vit spurdu Símun, hvat hann ætlaði at nýta bátin hjá sær til. Góður í huga svaraði hann, at fyrst skuldi segl keypast, tí hann hevur ætlanir um at fara hugnatúrar um summarið.
Øssur av Steinum, ið er 64 ára gamal og býr í Kollafirði, er formaður í Kiwanis Føroyar. Kiwanis er ein altjóða hjálparfelagsskapur, sum hjálpir børunm og ungum. Tey seinastu tíggju árini hava tey burturlutað ein bát á hvørjum ári. Millum annað fær Kiwanis inntøku av at selja lutaseðlar, og sum flest øll vita, selja tey eisini granntrø til jóla. Øssur greiddi okkum frá, at tey í Kiwanis plaga at fáa ókendar bátasmiðir at byggja bát á hvørjum árið.
Í ár var tað Joan Petur Clementsen á Sandi, ið smíðaði bátin. Smiðirnir fáa eina hóskandi upphædd og eitt gott umdømi, so ikki fáa teir onki.
Báturin er eitt stórt og snotuligt 4-mannafar. Hann er 21 fót langur, 3 alin og 1 tumma breiður.
Tað eru ikki einans føroyingar, ið keypa lutaseðlarnar hjá Kiwanis. Men eisini eru tað normenn, íslendingar og annars útlendingar, ið eru ógvuliga bergtiknir av teimum føroysku bátunum sum Kiwanis lutar út á hvørjum árið.