Símun teknar av lív og sál

Símun Poulsen, sum arbeiðir á Varda Verkstaðnum í Klaksvík er ein av tíggju føroyingum, sum í apríl skal niður til Randers til eina framsýning hjá Gaia museum for outsiderart. Hetta er triðju ferð, at Símun fer niður, og hann er sera spentur at fara

Klaksvík: Ein avbera vakur dagur. Sólin skínur, men hon stendur framvegis lágt, tí enn er ikki so langt útliðið. Tað er tó lýtt í dag. Leiðin gongur niðan á Varda Verkstaðin á Brekku. Á veg niðan møtir ein nógvum konum við barnavognum. Og allastaðni sær ein smáar barnaflokkar - møguliga frá dagstovnum í býnum.
Innkomin á verkstaðin kemur leiðarin Jóna Olsen ímóti. Hon greiðir frá, hvat tey hava gjørt henda dagin, meðan vit ganga upp gjøgnum trappurnar upp til Símun. Í tí fyrsta rúminum, sum vit koma inn í, situr Ingibjørg. Hon hevur eisini sent tekningar niður hesuferð, men hon fer ikki sjálv.
Símun situr við eitt borð inni í tí næsta rúminum. Rundanum hann liggja trælitblýantar og ein blokkur við pappírum. Mitt á pappírinum hevur Símun teknað nakrar snórabeinar linjur. Á borðinum liggur eisini ein blýantspískari, sum sær út til at hava verið nógv nýttur. Símun er í góðum lag og greiðir blídliga og tolin frá øllum, sum er uppi á myndunum, sum hann hevur teknað. Fleiri av teimum hanga á veggunum. Tað er sera týðuligt, at Símuni dámar best at tekna bátar og hús. Tað, sum ein eisini býtur merki í er, at lyktapelar eru á so gott sum hvørjari mynd.
- Mær dámar væl at tekna lyktapelar, sigur Símun sum hevur autismu sum brek. Hann hevur teknað nógvar, nógvar tekningar. Í ár hevur hann sent einar 10 ella 15 tekningar niður til Randers.
Sum sagt so hevur hann áður sýnt fram á hesi framsýningini í Danmark. Og hann hevur selt alt, sum hann hevur sent. Eisini hava tey gjørt plakatir og postkort burtur úr hansara tekningum. Og aftur í ár hava tey longu ringt upp og biðið um loyvi til at gera tað sama í ár.
Men tað er ikki bert á outsiderframsýningum, at Símun sýnir fram síni listarligu avrik. Hann hevur tvær ferðir verið við á várframsýningini hjá Listaskálanum og einaferð á Ólavssøkuframsýningini. Og til hesar báðar framsýningarnar situr ein nevnd og ger av, hvør sleppur at hava málningar ella tekningar við. So tað er ikki ein og hvør, sum kann sýna fram tá.
- Eg máli mest hús og bátar, tí mær dámar tað væl. Serliga sjógvin, sigur Símun, meðan hann tekur eina farvu í hondina og vísir, hvussu hann teknar.
Allar linjurnar, sum Símun teknar eru sera beinar, so ein kann taka fyri givið, at hann nýtir linealina nógv. Men tað ger hann ikki. Á borðinum er ongin lineal at síggja, og hann sær heldur ikki út til at hava tørv á einari.
- Eg havi ongantíð nýtt lineal, sigur Símun, meðan hann teknar eina snórabeina linju fyri og aðra eftir niður á pappírið.
Hóast tekningin ikki er nær við at verða liðug, so er lítil ivi um, at Símun er í ferð við at tekna eini hús. Og uttan iva verða bæði likkur og lyktapelar á myndini, tá hon er liðug.
Lagið sást aftur
Símun nýtir sterkar og vakrar litir, tá hann teknar, men hann greiðir samstundis frá, at litirnir avmynda lagið á honum. Er lagið ikki so gott, so sást tað aftur í hansara tekningum.
Símun kann hugtaka ein og hvønn við sínum tekningum, tað er púra vist. Tí hóast tær líkjast barnatekningum, so vekja tær eitt hvørt í einum. Júst hvat tað er, er ilt at siga, men tær fanga so avgjørt.
Símun hevur altíð teknað nógv. Hann byrjaði á Varda Verkstaðnum, tá hesin lat upp á sinni, og hann hevur verið har síðani. Tó so er hann onkuntíð burturfrá, tá hann arbeiðir í Sjóklædnavirkinum.
- Símun gongur í millum hjá okkum og teimum, sigur Jóna.
Um jólini plagar verkstaðurin at hava jólasølu, og tá ganga myndirnar hjá Símuni sum heitt breyð. Tey eru mong, sum ynskja at ogna sær eina tekning frá honum. Tær eru tá settar í fittar rammur og rigga avbera væl.
Símun hevur tó ikki bara málað við litblýantum. Hann hevur eisini roynt at tekna við teldu. Tað dámdi honum sera væl, serliga vóru tað litirnir, sum honum dámdi.
- Tað var virkuliga stuttligt. Men mær dámar nú betur at tekna við hond kortini, sigur Símun.
Samrøðan er nú liðug og á veg út aftur ganga vit framvið fleiri av myndunum hjá Símuni. Tær hanga á veggunum, og á hvørjari einstakari av teimum stendur navnið hjá honum skrivað. Á veg niður gjøgnum trappurnar greiðir Jóna frá, at í sambandi við, at 2003 er ár teirra brekaðu er ein bólkur settur til at skipa fyri ymiskum. Har ímillum verður ein plakat gjørd, og tað verður við eini tekning hjá Símuni sum motiv. Vit takka fyri okkum og fara út aftur í góðveðrið.