Símun í steypadysti

Í kvøld spælir Keflavík dyst ímóti Víkingi á Laugerdalsvøllinum í Reykavík. Dysturin er í steypakappingini, sum íslendingar nevna VISA-bikarkeppninn. Keflavík og Víkingur hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár. Aðru ferð endaði við javnleiki, og hina ferðina vann Keflavík 2-1. Símun Samuelsen spælir fyri Keflavík, og hann og liðfelagararnir ætla at reisa seg eftir tapið ímóti botnliðnum ÍA seinasta vikuskiftið. Dysturin verður spældur í kvøld kl. 21.00.