Føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen er fluttur úr íslendskum og til norskan fótbólt. Tað veit heimasíðani hjá Keflavík at siga.
Fríggjadagin 31. august, sum var seinasti dagur flytingarvindeygað var opið á hesum sinni, varð leigusáttmáli undirskrivaður millum Keflavík, sum Símun hevur umboðað seinastu árini, og Sogndal.
Norska felagið hevur leigað Símun fram til í november mánað, tá ið kappingarárið í Noregi verður liðugt. Sogndal hevur eisini tryggjað sær forkeypsrætt til Símun. Saman við Símuni til Sogndal fer liðfelagi hansara Baldur Sigurðsson.
Sogndal hevur burtur av verið norska felagið, sum føroyskir spælarar hava roynt seg í. Julian Johnsson, Kurt Mørkøre, Hans Fróði Hansen og Atli Danielsen hava allir spælt við Sogndal, sum nú er nummar 8 av 16 liðum í næstbestu deildini.