ÍSLAND
Grindavík hevði bakið móti múrinum, tá ið teir í átjanda og síðsta umfarinum, sum var á skránni leygardagin, høvdu vitjan av Keflavík. Tað var neyðugt hjá Grindavík at fáa fulla úrtøku móti grannunum, og so var at vóna hjá teimum, at onnur úrslit lagaðu seg teimum eftir vild.
Grindavík vann 2-1, og onnur úrslit lagaðu tað soleiðis, at Grindavík eisini næsta ár verður partur av bestu deildini. Símun Samuelsen varð settur á vøllin, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Tá var støðan 2-1.
Longu undan 18. umfarinum var tað greitt, at Þróttur skuldi verða annað av teimum, sum mugu tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Leygardagin segði Þróttur farvæl við manér. Teir vunnu grannauppgerðina 2-1 móti Vali, sum frammanundan hevði ognað sær silvurmerkini.
Fram flutti eisini niður. Harvið var talan um tveir niðurflytarar úr Reykjavík. Leygardagin tapti Fram 5-1 á heimavølli móti meistarunum FH. Hafnafjørður hevur havt framúr kappingarár. Teir hava vunnið sekstan og tapt tveir dystir. Tapini løgdu teir rygg til eftir, at teir fyri fleiri vikum síðani høvdu tryggjað sær meistaraskapin.
ÍA á Akranesi vann bronsumerkini. Leygardagin vunnu teir á heimavølli 2-1 móti gamla felagnum hjá Rógva Jacobsen, KR. Talan hevur verið um vónbrot hjá fleirfalda meistaraliðnum KR, sum endaði á sætta plássinum.
Ólavsøkugestirnir sóu við eygnum eygum, at ÍBV úr Vestmannaoyggjunum ikki hevur nakað serliga gott lið. ÍBV hevur verið í stórum vanda at flyta niður. Leygardagin taptu teir 1-0 í Reykjavík móti Fylkir. Teir endaðu á sama stigatali sum Fram, men ÍBV megnaðí akkurát at varðveita plássið í bestu deildini.
Hans Fróði millum teir bestu
Hóast tvey feløg úr Reykjavík flyta niður úr bestu deildini, so verður høvuðsstaðurin eins væl umboðaður í bestu deildini næsta ár, sum hann hevur verið tað í ár.
Upp úr næstbestu deildini flyta Breiðablik og Víkingur. Seinna felagið er í Reykjavík, og Breiðablik er í Kópavági. Vinarbýurin hjá Klaksvík var bygd uttanfyri Reykjavík, og talan er framvegis um kommunu fyri seg sjálva, men tað er langt síðani, at Kópavogur vaks saman við Reykjavík.
Talan hevur verið um fínt kappingarár hjá Breiðabliki, sum leygardagin rundaði av við 2-2 á útivølli móti HK. Breiðablik hevur vunnið trettan dystir, fimm ferðir hevur tað verið javnt, og teir hava hetta kappingarárið ikki tapt.
Hans Fróði Hansen hevur verið sera stinnur í miðverjuni hjá Breiðabloki. Tá ið teir í Kópavági leygarkvøldið fagnaðu uppflytingini, vóru ársins spælarar valdir av áskoðarum, leiðslu og eisini spælarunum. Hesir seinastu kjósaðu Hans Fróða til at vera besta maðurin í hesum kappingarárinum.