Símun skoraði í stórsigri

Keflavík er aftur fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Keflavík hevði í dag vitjan av Trótti, og vann Keflavík stórsigur 5-0. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Brynjar Örn Guðmundsson legði Keflavík á odda eftir 19 minuttirs spæl, og 3 minuttir seinni økti Guðmundur Steinarson til 2-0. Símun Samuelsen kom á talvuna, tá hann økti til 3-0 stutt inn í 2. hálvleik. Ímóti dystarenda skoraðu Magnus Tórsteinsson og Patrick Ted Redo fyri Keflavík. Samstundis tapti FH 0-1 á heimavølli ímóti Grindavík. HK vann 1-0 á Vali, so øll úrslitini fóru rætta vegin fyri Símun og liðfelagarnar.

Keflavík er á odda við 36 stigum, FH hevur 34 stig, og Valur hevur 29 stig.