Símun skoraði í Spania

Keflavík vann mikudagin venjingardyst ímóti einum sponskum felag, sum spælir í næstbestu deildini. Símun Samuelsen skoraði annað málið hjá Keflavík

Íslendska felagið Keflavík hevur seianstu vikuna hildið til í Spania, har felagið fyrireikar seg til íslendsku landskappingina.
 
Mikukvøldið spældi Keflavík venjingardyst ímóti Recreativo Huelva, og íslendingar vunnu dystin 2-1. Spanska liðið kom á odda, men so javnaði føroyski spælarin hjá Keflavík, Símun Samuelsen. Danny Severino gjørdi sigursmálið hjá Keflavík.
 
Í gjár spældi Keflavík ímóti Aymonte, og dysturin endaði 1-1. Hesaferð skoraði Símun ikki.