Leygardagin spældi íslendska felagið Keflavík í Intertoto kappingini hjá UEFA. Dysturin var á heimavølli ímóti írska liðnum Dungannon Swifts, og íslendska liðið vann heili 4-1. Føroyski spælarin Símun Samuelsen setti gongd á málskjótingina, tá ið hann í 16. minutti skoraði til 2-01. Keflavík skoraði trý mál afturat, áðrenn írska liðið svaraði aftur við einum máli stutt fyri leiklok. Símun Samuelsen byrjaði á vøllinum, og spældi fram til fimm minuttir fyri leiklok, tá ið hann varð skiftur út.