ÍSLAND
Símun Samuelsen stórtrívist í Íslandi og Keflavík. Alt kappingarárið hevur hann verið millum teir mest eyðsýndu í landskappingini, og sunnukvøldið hevði hann aftur stóran leiklut, tá ið Keflavík tryggjaði sær sess í hálvfinaluni í steypakappingini.
Keflavík spældi á útivølli í Akranesi móti ÍA. Talan var um rættuliga undirhaldandi uppgerð, har tað eftir íslendskum umstøðum vórðu skorað sjáldsama nógv mál. Keflavík vann 4-3, eftir at tað í steðginum hevði verið javnleikur 1-1.
Keflavík var frammanfyri 1-0 og 2-1, men báðu ferðirnar svaraði heimaliðið aftur. Tað restaði eitt korter, tá ið Keflavík legði seg framum 3-2, og fimm minuttir seinni økti Símun Samuelsen, sum aftur hesa ferð var á vøllinum alla tíðina, um leiðsluna til 4-2. Talan var um sera vakurt mál. Símun lobbaði bóltin upp um málverjan hjá ÍA.
Heimaliðið minkaði um munin til 4-3 í 87. minutti. So komu ikki fleiri mál, og harvið eru Símun Samuelsen og Keflavík í hálvfinaluni.
Þróttur og Víkingur spældu seg eisini í hálvfinaluna sunnukvøldið. Á Laugardalsvøllinum í Reykjavík vann Víkingur grannauppgerðina móti Vali 2-1, og á Akureyri vann Þróttur 5-1 móti KA. Síðsta fjórðingsfinalan verður í kvøld, tá ið KR á heimavøllinum í Frostskjólinum fer at taka ímóti ÍBV.