Einasti føroyski fótbóltsútisetin, sum skal spæla Europa Cup fótbólt í summar, er Símun Samuelsen. Í UEFA Cup kappingini skulu hann og Keflavík spæla ímóti FC Midtjylland. Fyrri dysturin verður í Keflavík 19. juli, og hósdagin 2. august verður høvi at síggja Símun Samuelsen og Keflavík á SAS Arenuni í Herning. Talan er um nýggjasta og mest nýmótans stadion í Danmark, tá ið sæð verður burtur frá stóru stadion í høvuðsstaðnum.
FCM venjarin, Erik Rasmussen, heldur, at hansara lið eigur at vera nóg væl fyri at spæla seg víðari í kappingini. Men hann dylur ikki, at honum hevði líkað betri, um mótstøðuliðið í fyrsta umfari var úr Føroyum ella Luksemborg.
- Keflavík er næstovast í landskappingini. Í Íslandi hava teir ikki summarsteðg. Teir spæla frá mai og til september, og tað vil siga, at teir eru í fullgóðari dystarvenjing, tá ið vit hitta teir. Tá ið vit hitta teir í Íslandi, verða vit ikki farnir undir nýggju landskappingina, vísir venjarin á. Men hann sigur seg kortini hava gott mót:
- Tað hevði havt verið lættari, um mótstøðuliðið hevði verið úr Føroyum ella Luksemborg. Men vit eiga at vera nóg stinnir at vinna á góðum íslendskum liði, og hóast vit leingi hava hildið frí frá landskappingini, so fara vit at vera væl fyrireikaðir, sigur Erik Rasmussen.










