FÓTBÓLTUR
Í triðja landskappingardystinum í ár eydnaðist tað í gjárkvøldið Keflavík at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Høvuðsstaðarfelagið Valur vitjaði á Sparisjóðsvøllinum í Keflavík, og gestirnir vórðu sendir aftur til Reykjavíkar við 3-0 tapi.
Føroyski landsliðsspælarin, Símun Samuelsen, var á vøllinum alla tíðina, og hann átti sín stóra lut í trivaliga heimasigrinum. So mikið uppsettur var hann, at hann frá dómaranum fekk gula kortið fyri eitt fríspark, tá lítil hálvur tími var spældur.
Heimaliðið legði seg á odda longu í sjeynda minutti við máli, sum Guðjón Á. Antoníusson stútaði eftir innlegg frá Símuni Samuelsen. Í 20. minutti økti Hörður Sveinsson um leiðsluna – enn eina ferð eftir fríspæling frá Símuni Samuelsen. Triðja málið skoraði Hörður Sveinsson í 71. minutti.
Sagt verður, at heimaliðið var so nógv grammari, og at sigurin var væl og virðiliga uppiborin. Nú trý umfør eru spæld, er Keflavík á fjórða plássi við seks stigum.









