Símun Samuelsen til Íslands

Heimasíðan hjá VB upplýsir sunnukvøldið, at ungi og evnaríki vágbingurin skal til royndarvenjing í íslendska felagnum Keflavík.
Símun hevur staðið seg væl seinastu dystirnar, og sunnudagin fekk hann tvey mál ímóti TB.
Fyri VB verður tað ein dyggur smeitur at missa Símun, men enn er so einki komið uppá pláss viðvíkjandi einum møguligum sáttmála millum Símum og Keflavík.