Símun Samuelsen hevur sáttmála við AB fyri komandi kappingarár, men í gjár spældi hann við HB í venjingardysti móti KÍ. Hvørki hann ella formaðurin í AB vil gera viðmerkingar til málið.
Les eisini: HB ari til FC Midtjylland
In.fo hevur fyrr skrivað, at HB hevur áhuga at knýta Símun Samuelsen til felagið aftur. Trupulleikin er, at hann í fjør gjørdi tvey ára sáttmála við AB, sum síðani flutti niður. Nógv bendir tó á, at Símun Samuelsen spælir við HB í ár.
Av Argjum ljóðar, at tað stendur illa til við fólki. Fleiri spælarar eru farnir í onnur feløg og tað tók sína tíð, at fáa sett venjara. Tað sigst, at Kári Reynheim illa nokk hevur eitt lið at arbeiða við.
Bárður Olsen hevur hann verið at sæð til venjing í HB, meðan spælarar sum Dion Splidt, Patrik Johannesen og Dan í Soylu hava skift.
KÍ vann 4-0 á HB
KÍ vann í gjár 4-0 á HB í venjigardysti. Umframt Símun Samuelsen, so var Sebastian Pingel á vøllinum eina løtu í fyrra hálvleiki. Hann venur eisini við HB í løtuni.
Í fyrra hálvleiki tóktist KÍ væl. Teir skoraðu upp á skjótálop og innlegg. KÍ hevur fingið tilgongd av Hørði Askham úr B36. Líkt er til, at KÍ í ár ætlar at spæla við trimum í miðverjuni, um venjingardysturin í Gundadali er nakað at ganga eftir. Har vóru Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic og Hørður Askham í miðverjuni.
Les eisini: Hetta segði Sigfríður í Fótbóltspanelinum
Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB, segði í Fótbóltspanelinum á Rás2, at HB hevur eitt ynski um at fáa minst tveir profilar á liðið afturat. Hann niðurspældi møguleikan at fáa Martin Bergvold og vísti á, at treytirnar hjá HB blíva betri eftir 1. feburar, tá flytingarvindeygað í Danmark letur aftur. Tá skal HB ikki kappast við donsk feløg um spælararnar.