Nýggjur maður skal í hesi vikuni standa á odda fyri AB liðnum, sum stríðist fyri at varðveita plássið í bestu deildini.
Eftir 1-0 tap í Fuglafirði í gjár er AB illa spert og á niðurflytingarplássi, og nú letur tað til, at roynd verður gjørd fyri at vita, um tað við nýggjum venjara kann bera til at venda gongdini.
Góðar keldur á Argjum vita at siga, at Símun Samuelsen, sum saman við Tonny Brimsvík hevur havt ábyrgdina, ikki verður á beinkinum, tá ið AB í hesi vikuni skal spæla tveir teir síðstu dystirnar. Í hesum dystunum verður tað avgjørt, um AB skal flyta beinleiðis niður úr bestu deildini, ella um AB skal spæla um eitt pláss í bestu deildini ímóti B68, sum er næstfremst í næstbestu deildini.
Símun Samuelsen tók við venjarastarvinum á Argjum í mars mánað, tá ið Sorin Anghel legði frá sær.
AB skal mikukvøldið spæla útsettan dyst ímóti KÍ í Klaksvík, og leygardagin skal AB í síðsta umfari spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi.
AB er á tíggjunda og aftasta plássi við sjey stigum. Skála hevur eisini sjey stig, men málmunurin hjá AB er lakari, enn hann er hjá Skála. Hjá AB er hann - 54, og hjá Skála er hann - 49.