Tá leikararnir hjá Keflavík savnaðust aftur eftir ein stuttan summarsteðg týskvøldið, var ein nýggjur leikari í hópinum. Talan er um Símun Samuelsen, ið Keflavík hevur keypt úr VB, og hann skal styrkja tann offensiva partin hjá liðnum.
Aðrir føroyskir leikarar, ið hava spælt í Íslandi, hava sum oftast gjørt styttri sáttmálar, men Símun Samuelsen himpraðist ikki við at binda seg trý ár fram í tíðina.
- Teir vildu hava ein trý ára sáttmála, og tá umstøðurnar eru góðar, eri eg ikki bangin fyri at binda meg, sigur Símun úr Íslandi.
Sáttmálin skuldi undirskrivast áðrenn 1. august, tá transfer-vindeygað lat aftur, og tí kundi Símun ikki nýta alt ov langa umhugsunartíð, áðrenn hann setti undirskriftina á sáttmálan.
Aftur á landsliðið
Símun Samuelsen hevur spælt ein skrásettan A-landsdyst, og tað var ímóti Kasakstan á Svangaskarði fyri tveimum árum síðani, tá Føroyar vann 3-2.
Enn hevur Henrik Larsen ikki sent boð eftir Símuni aftur, men Símun hevur ofta verið sæddur sum ein framtíðar maður á føroyska landsliðnum.
Tað var Krzysztof Popczynski, ið lokkaði Símun norður til Gøtu at spæla, og her vóru fleiri, ið fingu eyga á evnaríka vágbingin. Seinni fór hann aftur til heimbygdina at spæla, og í ár hevur hann eisini gjørt vart við seg á vinstra vongi hjá VB.
Hansara avrik hava eisini verið við til at lyfta VB úr botninum, har teir stríddust at byrja við. Og ungi vágbingurin hevur ætlanir um at spæla seg aftur á landsliðið, men hann ásannar samstundis, at tað er eingin sniðgøta innaftur í landsliðshitan.
- Eg havi vónir um at koma aftur á landsliðið, men eg kann bara gera mítt besta, tí tú kanst ikki sníkja teg aftur á landsliðið, sigur Símun Samuelsen.
Hann er tó bjartskygdur um, at tað skal eydnast honum aftur at umboða Føroyar á hægsta stigi.
- Eg haldi altíð, at útlitini fyri at koma aftur á landsliðið eru góð, men tað er altíð upp til venjaran at taka støðu, sigur hann.
Íslendskar røtur
Keflavík liggur ein hálvan tíma frá høvuðsstaðnum Reykjavík, og Símun Samuelsen hevur familju í økinum.
Abbi hansara er nevniliga íslendingur, og tað at hann hevur familju í økinum ger tað munandi lættari at fella til í nýggja umhvørvinum. Felagið hevur eisini útvegað Símuni eina íbúð, og hann flytur inn í næstum.
Símun væntar, at hann seinni fer at fáa sær eitt starv við síðuna av fótbóltinum. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv leikararnir hjá Keflavík arbeiða við síðuna av fótbóltinum. Nakrir arbeiða als ikki, meðan aðrir hava full- ella hálvtíðarstarv umframt fótbóltin.
Kappingin í Íslandi er bert átjan dystir, og nú eru seks dystir eftir at kappingarárinum. Keflavík hevur eisini tveir dystir í UEFA Cup í august ímóti týska felagnum Mainz, og ta avbjóðingina gleðir Símun seg til.
Keflavík liggur í løtuni á triðja plássi í Landsbankadeildini í Íslandi. Liðið hevur nítjan stig fyri tólv dystir. Lítil møguleiki er at fanga tey ovastu liðini, ið eru FH og Valur, ið hava ávikavist 33 og 27 stig.
Fyrsti dystur hjá Keflavík verður á heimavølli 7. august ímóti botnliðnum Þrótti R, og tá sleppur Símun vónandi at vísa sítt virði í bestu íslendsku deildini.
Fakta um Símun Samuelsen
Føddur: 21.05.1985
Feløg: VB, GÍ og Keflavík
A-landsdystir: Ein landsdyst ímóti Kasakstan tann 27. apríl 2003, sum Føroyar vann 3-2