Bestu málverjarnir í Føroyum hetta kappingarárið eru nú funnir.
Sum besti málverji í Effodeildini í ár varð kosin Símun Rógvi Hansen úr NSÍ, og hann gav liðfeløgunum ein stóran part av heiðurinum.
- Um man spælir við einum so góðum liði so NSÍ, so er tað lættari at verða sæddur, segði hann við Rás2 eftir handanina.
Ársins málverji hjá kvinnum í ár gjørdist Anna S. Hansen hjá EBS/Skála. Hon var ikki til staðar til tiltakið, tí hon er í Onglandi og spælir flogbólt, har hon eisini er á føroyska landsliðnum.