Símun millum teir fyrstu ellivu

Um ein hálvan tíma fer føroyska fótbóltslandsliðið á vøllin eysturi í Kanaus í Litava.

Tað hevur seinastu dagarnar verið roknað við, at Jóhan Troest Davidsen skuldi verða millum teir fyrstu ellivu. Tað verður hann ikki.

Venjarin hevur gjørt av, at Jóhan skal sita á beinkinum. Í staðin fara Atli Danielsen og Jákup á Borg at manna vongverjarnar, og so vera Símun Samuelsen og Christian Høgni Jacobsen á ytstu miðvallarplássunum.

Teir ellivu, sum fara á vøllin, eru: Jákup Mikkelsen, liðformaður - Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Jón Rói Jacobsen, Jákup á Borg - Símun Samuelsen, Mikkjal Thomassen, Súni Olsen, Christian Høgni Jacobsen - Rógvi Jacobsen - Christian Lamhauge Holst.

Fyrsta bríkslið verður klokkan 18 føroyska tíð.