Símun málkongur i Keflavík

Símun Samuelsen ger av álvara um seg á liðnum hjá íslendska felagnum Keflavík. Liðið hevur seinastu vikuna verið á venjingarlegu í Spania, og har hava teir spælt tríggjar venjingardystir. Fyrst spældi Keflavík ímóti spanska liðnum Recreativo Huelva og vann 2-1. Annað málið gjørdi Símun Samuelsen. Síðani spældi Keflavík javnleik 1-1 ímóti Aymonte, og ta ferðina skoraði Símun ikki. Hinvegin var hann tvær ferðir upp á spæl, tá ið Keflavík spældi triðja venjingardystin, sum var ímóti Breiðabliki og vann 4-2. Símun skoraði tvey av málunum hjá Keflavík.