Símun Konoy, sum í Danmark gongur undir navninum Simon von Konoy, hevur útgivið nýggjan sang, sum hann kallar ”I Bilka”.
- Tá ið tær dámar væl at ríða, kann tað onkuntíð verða gott at skifta hest. Tað sama ger seg galdandi fyri tónleik. Eg havi gjørt ein sang, sum hevur fingið heitið ”I Bilka”, og hann hevur annan stíl, enn eg eri vanur við. Spennandi at vita, hvussu hann verður móttikin, sigur Símun Konoy.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr nýggja sangin hjá Símun Konoy.