Símun Jacobsen prestur í Hvalba

Símun Jacobsen er settur sum prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi frá 1. august til 31. desember 2007. Hann skal avloysa Ólav Rasmussen, ið er í farloyvi. Tað skrivar heimasíðan hjá Trúboðanum. Jette Paarup hevur annars áður verið avloysari hjá Ólavi Rasmussen.

Símun Jacobsen er 35 ára gamal, uppvaksin í Havn og hevur lisið guðfrøði á Universitetinum í Århus, har hann tók prógv fyri tveimum árum síðani.

Í lestarárunum hevur hann eisini havt tilknýti til Meinigheitsfakultetið í Århus, verður sagt. Enn er ikki greitt, nær hann verður prestvígdur og innsettur.