Símun Jóhan Wolles 70 ár

Í morgin, sunnudagin 23. mars, verður Símun Jóhan Wolles á Eiði 70 ár. Hann er kendur kring landið sum bátasmiður og sum talari í brøðrasamkomuni.

Símun Jóhan er ættaður úr Uppistovu á Trøllanesi. Foreldrini vóru Elsuba og Óli Wolles. Tey fingu átta børn: Rosenmaier, Kirstin, Amanda, Símun Jóhan, Jóhanna, Óli, Karin og Helgi. Rosenmaier, sum búði norðuri á Nesi, er farin. Kirstin býr í Mikladali, Amanda, Jóhanna, Óli, Karin og Helgi búgva í Klaksvík, og Símun Jóhan býr á Eiði. Amanda og Símun Jóhan eru tvíburðar, og tað eru Óli og Karin eisini.
Tá ið Símun Jóhan var sjey ára gamal, fór hann at vera eitt skifti hjá fastrini á Eiði. Fasturin var Oluffa, sum var gift við Jóhannesi í Miklagarði, og Símun Jóhan gjørdist sonur í húsinum hjá teimum.
Í 1956 giftist Símun Jóhan við Marjuni, sum er ættað úr Útistovu á Trøllanesi. Tey búgva í Miklagarði, og tey eiga fýra børn: Jóhanna Oluffa, Asta, Óli og Absalon. Jóhanna Oluffa býr í Grønlandi, Asta og Absalon búgva á Eiði, og Óli býr í Søldafirði.
At Símun Jóhan gjørdist sonur í húsinum hjá einum bátasmiði ávirkaði nógv hansara lívsleið.
Fyrsti parturin av yrkisleiðini var kortini sum hjá flestu dreingjum fyri stórari hálvari øld síðani ? á skipsdekki. Eitt nú var Símun Jóhan við Atlantsfarinum, sum fastur hansara, Anna í Brekkuni í Klaksvík átti, og hann var við Bresti, sum Poul Hansen menninir áttu. Brestir var upprunaliga línuskip, og hetta var fyrsta skipið, sum fór at veiða sild við kraftblokki og nót. Júst í Túni var skipari, og tá ið Júst og aðrir høvdu latið Sildrekan byggjað, var Símun Jóhan eitt skifti partur av manningini.
Símun Jóhan var smádrongur, tá ið hann fór at fáast við bátasmíð. Í mong ár var hetta hansara dagliga yrki, og bátarnir, sum hann hevur latið av hondum, munnu knappast um teir hálvt annað hundrað. Onkra ferðina hava verið boð eftir Símuni Jóhan um at koma burtur í fremmand lond at vísa føroyskt bátasmíð.
Eina ferð í áttati árunum gjørdi Sjónvarp Føroya upptøkur, meðan Símun Jóhan smíðaði ein bát. Fleiri sendingar komu burturúr, og tær vórðu endursendar fyri ikki so langari tíð síðani. Umframt hegnið, innlitið og royndirnar at nýta amboðini at skera, telgja, høgga og smíða og handfara træið, so vóru sendingarnar merktar av tí stak góða og nátúrliga málburðinum, sum Símun Jóhan altíð hevur verið kendur fyri at hava.
Í brøðrasamkomunum kring landið er Símun Jóhan kendur talari. Hann hevur havt sína dagligu gongd í Mizpa á Eiði, og hann var blaðungur, tá ið hann fór at ferðast bygd úr bygd at halda møtir m. a. saman við Victori Danielsen og Andrew Sloan, sum í meiri enn eina hálva øld vóru trúboðarar í Føroyum. Ikki minst á samfelagsstevnunum kring landið hevur Símun Jóhan við síni reystu rødd kunngjørt gleðiboðskapin.
Fyri nøkrum árum síðani var Símun Jóhan fyri heilsuligum bakkkasti. Hann gjørdist lamin í aðrari liðini. Hóast avmarkaða likamliga førleikan, so hevur Símun Jóhan ikki sitið hendur í favn. Hann hevur m. a. skrivað á teldu sumt av tí, ið hann hevur hoyrt og upplivað, og nógv av hesum hevur verið at sæð í FF blaðnum.
70 ára føðingardagurin verður hildin í heimbygdini í morgin, har tað verður opið hús í nýggja skúlanum.