Føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen hevur leikbann, tá ið íslendska felag hansara, Keflavík, skal spæla um vikuskiftið. Símun, sum hevur verið fatur maður á liðnum hjá Keflavík og hevur staðið seg sera væl, hevur fingið ov nógv gul kort, og hann kann tí ikki spæla ímóti Fylkir sunnudagin. Símun er tøkur aftur til dystin ímóti Válur tann 16. september.