Símun Hammer stjórnar ólavsøkukórinum

Sum vanligt syngur stóra ólavsøkukórið eftir ólavsøkuguðstænastuna, og áðrenn ólavsøkan verður sett. Soleiðis verður eisini í ár.

Tað er kórsamband Føroya, ið skipar fyri, og í ár er Símun Hammer boðin at stjórna kórinum. Símun Hammer er urguleikari og hann hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór.

- Venjingarnar eru í hæddini og eini 200 sangarar eru í ólavsøkukórinum, sigur Kári Bæk, formaður í Kórsambandi Føroya.

 

 

Meira sæst í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum í dag er borið í hvørt hús í Føroyum.