##med2##
Altjóða veddingarfyritøkurnar høvdu eitt gjøgnumsnitsodds uppá 26 uppá sigur til AB við Løkin í Runavík, og bara eitt gjøgnumsnitsodds uppá 1,03 uppá sigur til NSÍ. Tí var tað ikki so óvæntað, at NSÍ vann 3-0 á AB.
Annar av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen heldur tó, at NSÍ fekk alt ov lætt spæl fyrstu løtuna av dystinum. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var NSÍ á odda 2-0, og Símun heldur, at NSÍ kom ov lætt til málini, og tað minti alt ov nógv um gamlamannafótbólt innandura, tá málini vóru skorað.
Símun Samuelsen er munandi nøgdari við avrikið í seinna hálvleiki, har tað mundi eydnast AB at halda tætt.
Týskvøldið fær AB møguleikan á heimavølli ímóti einum øðrum botn-5 liði, EB/Streymi, og hann staðfestir, at tað er ein dystur har úrtøka má vinnast.
Símun Samuelsen kom ikki við nakrari endaligari útmelding um AB styrkir hópin áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen.
HER ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum hjá NSÍ. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl aftaná dystin.