Símun gjørdi fyrsta málið í Íslandi

Vágbingurin Símun Samuelsen stóð fyri fyrsta málinum, sum varð skotið í íslendsku landskappingini í ár. Kappingin byrjaði sunnudagin, og Símun legði Keflavík á odda 1-0 ímóti ÍBV. Tað gekk tó ikki, sum Keflavík ætlaði, tí ÍBV kom afturíaftur, og fyrst javnaði danski álopsspælarin Bo Henriksen. Seinni fekk ÍBV eitt mál afturat, og 2-1 gjørdist endaliga úrslitið.