Símun á gamlar gøtur

Fyri HB leikaran, Símun Samuelsen, er dysturin leygardagin ímóti FC Suðuroy í Vági serstakur. Hann er uppvaksin í suðri og spældi sum ungur í táverandi VB.

– Tað er sjálvandi stuttligt. Eg havi fingið mín fótbóltsuppvøkstur har og tá eg kom til Føroyar í vetur stóð valið ímillum FC Suðuroy og HB, sigur Símun Samuelsen

Fyri leikarnar í FC Suðuroy er dysturin hinvegin ikki so serstakur.

– Hetta er ein dystur sum allir aðrir, men vit vita væl at HB er eitt gott lið, ið liggur í oddinum, sigur Palli Augustinussen, liðskipari hjá FCS.

HB misti um vikuskiftið oddasessin til ÍF, men tað tykist ikki hava tikið mótið føroyameistaranum.

– Lagið í hópinum er gott og vit eru á einum deildum fyrsta plássi, bara við verri málúrtøku. Vit tapa okkara fyrsta dyst í áttinda umfari í Fuglafirði, sum er eitt torført stað at spæla. Vit vildu eisini gjarna vinna á B36, men tað er ongin skandala at tann dysturin endaði við javnleiki, sigur Símun Samuelsen.

Í Suðuroy eru tey klár at taka ímóti Símuni Samuelsen.

– Hann hevur verið her fyrr sum GÍ leikari, so tað er ikki nakað nýtt fyri hvørki okkum ella hann. Símun kemur sjálvandi at hoyra fyri at hann nú spælir í HB, men hann er væl dámdur her suðri, sigur Palli Augustinusen.

Tá liðini hittust í fyrsta umfari, endaði dysturin eitt sindur óvænta við 4-4 javnleiki.

– Teir góðu okkum ein kvøkk tá, men hesa ferð eru vit klárir, sigur Símun Samuelsen, ið hevur spælt allar dystirnar fyri HB í ár.

Í Suðuroy er málið fyrst og fremst at verja tað eina stigið.

– Tað hevur gingið illa hjá okkum í seinastun, so vit mugu binda fyri í verjuni og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Palli Augustinussen at enda.