- Eg hugsaði ikki so nógv um tað tá eg bleiv spurdur, men tað var nakað serigt, tá vit gingu inn og sungu tjóðsangin. Tá fekk ein klump í hálsin, tí at fáa liðskiparabandið er jú at fáa álit, og tað er nakað serligt at fáa álit á landsliðnum, sigur Símun Samuelsen.
- Hóast hetta er nakað av tí størsta eg havi verið við til, so royndi eg ikki at lata tað ávirka meg á vøllinum og tá vit standa í ringinum og skulu avgreiða tey ymisku tingini, ið liðskiparar nú eina ferð skulu, sigur Símun Samuelsen.
Merkisvert var tað, at bæði liðskiparin á A-landsliðnum og á U21-landsliðnum hava sínar røtur úr Suðri. Tað er ikki heilt av tilvild metir Símun.
- Eg veit ikki um tilgongdin til fótbólt er eitt sindur øðrvísi har suðri. Vit høvdu ikki hvør sín bólt tá vit vóru til venjing og vit vóru millum tey fyrstu at fáa onkrar av teimum harðu útlendsku venjarunum til landið. Menn sum Tomislav Sivic og Krzysztof Popczynski. Teir komu við venjinginum, sum ongin annar kendi til tá, sigur Símun víðari.
Símun varð fluttur út á høgra borð til hendan dystin, har hann og Jóhnard Frederiksberg høvdu úr at gera við at ansa eftir bóltsnillinginum á írska landsliðnum, Aiden McGeady.
- Vit høvdu trupulleikar av Aiden McGeady. Vit fingu ikki ordiliga greiðu á hvør skuldi fara út til hann, eg ella Jónhard Frederiksberg, men í seinna hálvleiki bleiv tað nógv betri, sigur Símun Samuelsen, sum helst má lata liðskiparabandið aftur til Fróða Benjaminsen í annaðkvøld.










