Símun er nú limur í 25 felagnum

Vongspælarin í Keflavík er tann 31. føroyingurin, sum 25 ferðir hevur umboðað føðilandið

Fótbóltur

 

Leygarkvøldið helt ein av føroysku spælarunum silvurbrúdleyp saman við landsliðnum. Tað var Símun Samuelsen, sum fyri 25. ferð umboðaði føðilandið í landsdysti í fótbólti.

Símun var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og tað er góð staðfesting av, hvussu leikluturin hjá Símuni hevur verið nógvu tær seinastu ferðirnar.

Eitt mál er Símun skrásettur fyri at hava skorað á landsliðnum. Tað var 8. oktober í 2005, tá ið Føroyar í Tel Aviv taptu 2-1, at Símun úr ógvuliga spískum í høgru sendi bóltin í ísraelska málið.

Fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin hjá Føroyum varð spældur í Akranesi 24. august í 1988. Símun Samuelsen er tann 31. føroyingurin, sum røkkur 25 landsdystum.

Vágbingurin í Keflavík, sum er føddur 21. mai í 1985 og tískil er 24 ára gamalur, var fyrstu ferð á landsliðnum 27. apríl í 2003, tá ið Føroyar á Svangaskarði vunnu vinardyst ímóti Kasakstan 3-2. Henrik Larsen var venjari, og fýra spælarar vóru fyri fyrstu ferð á landsliðnum í hesum dystinum. Hinir vóru Atli Danielsen, Jann Ingi Petersen og Jónhard Frederiksberg. Jann Ingi var millum teir fyrstu ellivu, meðan allir hinir vórðu skiftir inn.

Símun Samuelsen, sum fekk sína fótbóltsuppaling í VB, umboðaði í 2003 GÍ. Í fyrsta landsdystinum loysti hann Jákup á Borg av.

Í nógvum teimum fyrstu landsdystinum var Símun skiftisspælari. Ofta varð hann skiftur inn, og tá ið hann ikki varð skiftur inn, so varð hann skiftur út. Tað tóktist sum um, at hann hevði ilt við at vísa síni evni, tá ið hann umboðaði Føroyar soleiðis, sum hann gjørdi í feløgunum, sum hann umboðaði.

Tey seinastu árini hevur Símun verið mest sum fastur maður á landsliðnum, og tað ber boð um, at avrikini hava verið støðug.

Símun Samuelsen spælir nú í Keflavík, har hann er fastur maður í vinstru síðu, og har hann verður roknaður sum ein lyklaspælarunum.