Símun Samuelsen, sum hevur verið venjari hjá besta mansliðnum hjá AB meginpartin av hesum kappingarárinum, hevur fingið nýtt venjarastarv.
Vágbingurin í Havn skal nú venja næstbesta liðið hjá HB. Símun Samuelsen hevur í tveimum førum spælt við HB, eftir at hann kom aftur frá íslendskum fótbólti í 2010. Hann bleiv illa skaddur í hælsinuni, men fekk sína stóru uppreisn í 2018, tá hann var í landsliðsformi, tá HB vann FM.
Nevnd fyri kvinnufótbólt í HB
Fyrr í ár varð avgjørt at seta eina serliga nevnd fyri kvinnufótbóltin í HB. Hetta fyri at raðfesta kvinnufótbóltin enn hægri, skrivar HB.
- Vit í HB taka fult undir við at kvinnufótbólturin skal hava hægri raðfesting, og tí hava vit framt hesa bygnaðarbroyting. Nevndin fyri kvinnufótbólt hevur ábyrgdina av fyriskipan av kvinnufótbólti í vaksnamannadeildini. Gentur U18 og yngri verða fyrisitin av ungdómsnevndini.
– Tað er eingin loyna, at vit ikki hava havt eitt gott kappingarár í 2020, so nú hyggja vit frameftir. Vit halda, at tað er tíð til at vit aftur melda okkum í FM-stríðið, og ætla at fáa FM-steypið aftur í HB-húsið. Sjálvandi ynskja vit eisini at vinna steypakappingina. Við at seta høg mál leggja vit eisini trýst á okkum sjálvi í nevndini fyri kvinnufótbólt, sigur Simona Heinesen, forkvinna í nevndini og leggur afturat:
– Nevndin fyri kvinnufótbólt vil skapa eitt umhvørvi í HB, har leikarar mennast, samstundis sum at tað er gott og stuttligt at vera her. Fyri at røkka hesum málið, muga vit skapa góða karmar fyri kvinnurnar. Vit hava í ár millum annað arbeitt við at skapt betri karmar rundanum heimadystinar hjá kvinnunum, við m.a. kaffisølu, tónleiki og stadion speakara.
Ítróttarligu fortreytirnar eru til staðar
Í ár hevur HB verið væl umboðað á ymsu gentu- og kvinnulandsliðunum. Hetta boðar frá, at leikaratilfeingi er til meira.
– Vit vita at okkara leikarahópur er nógv betri, enn tað vit hava sæð í ár. Vit hava nógvar leikarar á ungdómslandsliðum og eisini leikarar á kvinnulandsliðnum. Og vit meta, at vit í Jan og John hava fingið eitt venjaratoymi, sum kann fáa tað besta úr okkara leikarum, og náa enn hægri næsta ár, sigur Simona at enda.
Tey, ið manna nevndin fyri kvinnufótbóltin eru:
Simona Heinesen, forkvinna
Eyðvør Jakobsen
Fríðunn Niclasen
Margit Stórá
Rói Jacobsen
##med2##