Símun brúkti tíggju minuttir til fyrsta málið

Fyrrverandi VB spælarin hevði verið á vøllinum í tíggju minuttir, tá ið hann javnaði til 2-2 fyri Keflavík. Nýggi venjarin hjá Rógva Jacobsen fekk einki burturúr fyrstu royndini

ÍSLAND
Tað gekk sum eftir ánni hjá Símuni Samuelsen, tá ið hann sunnudagin fyri fyrstu ferð royndi seg í íslendskum fótbólti, eftir at hann er fluttur úr Vági og VB og til Keflavíkar.
 Símun var á beinkinum, tá ið Keflavík sunnukvøldið hevði vitjan av Þrótti úr Reykjavík. Talan var um málríka uppgerð, sum endaði 3-3.
 Þróttur var frammanfyri 2-1, tá ið Símun Samuelsen í 68. minutti varð settur á vøllin. Símun hevði bara verið á vøllinum í tíggju minuttir, tá ið hann vísti, hvussu gott máltev hann hevur. Mótstøðumenninir gjørdu mistak í verjuni, og vágbingurin var skjótur at taka av møguleikanum og at senda bóltin í málið. Tveir minuttir seinni legði Keflavík seg á odda, men fimm minuttir undan leikloki javnaði Þróttur til 3-3, og tað gjørdist eisini úrslitið.
 Keflavík er á fjórða plássinum. Næsta sunnudag skulu Símun og liðfelagarnir til Reykjavíkar at spæla móti Vali, sum er næstfremst.
Einki við av Hafnafirði
Rógvi Jacobsen og liðfelagarnir fingu einki við sær av Hafnafirði, tá ið teir á Kaplakrika vøllinum royndu seg fyri fyrstu ferð í landskappingini, eftir at teir hava skift venjara, og eftir at teir hava fingið tveir nýggjar útlendskar spælarar at hjálpa sær.
 Nýggjur venjari er Sigurstein Gíslason, sum higartil hevur verið ungdómsvenjari í felagnum. Annar av nýggju spælarunum er kroatiski verjuspælarin Dalibor Pauletic. Hin er slovenski miðjumaðurin Erik Krzisnik, sum tó ikki var á liðnum hesa ferð, tí hann var skaddur.
 Úrslitið í Hafnafirði var 2-0 til heimaliðið FH, sum framvegis er væl fremst í Landssimadeildini. KR er á sætta plássi.
 Rógvi Jacobsen var á vøllinum í 64 minuttir sum miðframherji í 4-3-3 útgangsstøðu, áðrenn hann varð skiftur út
 Næsta sunnudag skal KR spæla á heimavølli móti ÍBV úr Vestmannaoyggjunum.
 Umframt teir báðar dystirnar, sum føroysku spælararnir vóru partur av, vóru tveir aðrir dystir sunnudagin. ÍA av Akranesi vann 3-2 á útivølli móti Fylkir, og ÍBV og Grindavík spældu málleysan javnleik.
Sum eftir ánni
Hans Fróði Hansen er fastur maður í miðverjuni hjá Breiðablik, sum hevur beina kós uppaftur í bestu deildina. Leygardagin høvdu teir í Kópavogi vitjan av  Þór, og Breiðablik vann 1-0.
 Hetta var trettandi landskappingardysturin hjá Breiðablik. Teir hava vunnið ellivu ferðir, tvær ferðir hevur verið javnt, og teir hava enn ikki tapt. Málmunurin er 24-7. Tað sigur ikk so lítið um styrkina í verjuni, at bara sjey mál eru farin ígjøgnum í trettan dystum.
 Breiðablik hevur 35 stig, og teir eru sjey stig frammanfyri Víking, sum er næstfremsta liðið í næstbestu deildini.