Nógv hevur hesar seinastu fjúrtan dagarnar verið at hoyrt og sæð um, at tað hevur regnað óvanliga nógv í Venezuela. Í gjár varð mett, at oman fyri tíggjutúsund fólk hava latið lív orsaka av nógva avfallinum, men tað er sjálvsagt sera torført at gera støðuna neyvt upp.
Materiellu skaðarnir hava verið nógvir, og nógv hava verið noydd at fara frá húsi og heimi.
Onkrir føroyingar búgva í Venezuela. Í fyrradagin visti danska tíðindastovan, Ritzau, at siga frá danska uttanríkismálaráðnum, at danski sendiharrin í Caracas hevði latið frætta frá sær, at allir danskir statsborgarar í Venezuela høvdu tað gott.
Í fyrrakvøldið lat Símin í Túni av Toftum, sum í eina lítla fjórðingsøld hevur verið trúboðari í Venezuela, frætta frá sær. Hann og familjan hava tað gott, og tey hava einki kent til nógva avfallið og stóru skaðarnar.
Símin og Dania í Túni og tey fýra børnini, sum tey eiga, búgva suður móti markinum til Brasilia. Nógva avfallið og harvið stóru skaðarnir hava verið norður móti Karibiska havinum og serliga á leiðini kring høvuðsstaðin, Caracas. Í hálendinum, har føroyska trúboðarafamiljan býr, er turrtíð hesa ársins tíð, og tað fer ikki av álvara at regna aftur, fyrrenn fyrsti ársfjórðingur av nýggja árinum av álvara er farin av halla.
Tað ber ikki til at samskifta við Símin í Túni um telefonina, men bara um teldupost, sum tey fáa og senda umvegis radiomóttakara.
Í brævinum, sum Símin í Túni sendi í fyrrakvøldið, sigur hann, at honum kunnugt veit øllum teimum, sum arbeiða saman við teimum í trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission, væl við. Onkur, sum býr í nánd av høvuðsstaðnum, var fyrr í vikuni noyddur at fara úr húsinum. Tað komst kortini ikki av, at bústaðurin var hóttur, men heldur av at vegasambandið var burtur, og at elveitingin var farin.
Eftir ársskiftið verða tað trý ár síðani, at Símin og Túni og familjan síðst fóru úr Føroyum. Ætlanin er, at tey skulu koma heim í farloyvi komandi summar.jh










