Sá mann detta á sjógv í Klaksvík

Eitt sjáldsamt óhapp elvdi til at maður fór á sjógv í morgun

Tíðliga í morgun ringdi ein kona í Klaksvík til løgregluna og boðaði  frá, at hon hevði sæð ein mann fara á sjógv beint við roykivirkið hjá Antines og at hann hekk í einum gummidekkið, sum var fest í atløgusíðuna.

 

Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið alt fyri eitt og tey fingu bjargað manninum upp aftur á turt og hann fór so á Klaksvíkar sjúkrahús at venda, og koma fyri seg aftur.

 

Løgreglan sigur, at maðurin var á súkklu og orsøkin til at hann var var á sjógv, var, at bremsurnar fóru og at hann tískil ikki fekk steðgað.