Sámal var sigursvísur longu í fyrra hálvleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Veteranurin hjá VÍF undirstrikar tó, at einki er avgjørt enn

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við veteranin hjá VÍF, Sámal Joensen aftaná fyrru FM-finaluna millum VÍF og H71 í Vestmanna, sum VÍF vann sannførandi 31-20 (16-9).

 

Sámal Joensen sigur, at longu seint í fyrra hálvleiki trúði hann uppá, at tað fór at bera heim hjá VÍF í kvøld. Hann heldur, at mongu framúr góðu bjargingarnar hjá Niklasi Simonsen gjørdu sítt til, at VÍF kundi dragað frá H71 tíðliga í dystinum.

 

Hóast stórsigurin, og góðu upplivingina á heimavølli, har hann ikki fekk samskift við sínar liðfelagar, orsaka av øllum róminum, sum var í høllini í Vestmanna í kvøld, so undirstrikar Sámal Joensen, at talan er bara um "hálvleik" í uppgerðini ímóti H71, og ein strævin dystur bíðar í Hoyvíkshøllini leygardagin.

 

Nú verður løtt venjing og hvíld á skránni hjá VÍF, áðrenn farið verður suður til Hoyvíkar at royna at endurvinna FM-heitið til Vestmanna.