Sámal spennir streingirnar

Út er komin fløga við violintónleiki, har ein hin fremsti violinleikarin í landinum vísir kynstur síni. Føroysk upprunaverk eru a skránni og eisini kenda ævintýrið um tarvin Ferdinand

Út er konin fløga við violintónum, ið eru uppruna føroyskir. Tað er Sámal Petersen, sum hevur verið í upptøkuhølunum.
                      Sámal er utbúgvin tónleikari við violinini sum høvuðsljóðføri, og telist hann millum tey fremstu í landinum innan violinspæl. Hann er útbúgvin við Carl Nielsen Konservatoriið í Danmark og fór so til Wien at útúgva seg víðari. Sámal Petersen er konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri og limur í føroysku tónleikasamtøkunum Aldubáran og Musica Viva.
                      Sámal undirvísir í violinspæli og við sær á fløguni hevur hann til eina violinduo hin unga og evnaríka Jón Festirstein, ið er 17 ára gamal, men sum longu hevur víst framúr violinspæl og sum eisini spælir í Føroya Symfoniorkestri.
                      Páll Danielsen er útbúgvin sjónleikari við leikskúlan í Århus og starvaðist síðani  í seks ár  við leikhúsið í Århus.Kom aftur til Føroya í 1998 og hevur verið við Grímu og arbeitt í Sjónarpi Føroya. Hann lesur á fløguni ævintýrið um Ferdinand,meðan violintónarnir leika undir.
                                            Annars eru verkini á fløguni føroysk. Variatiónir við tema eftir Edvard Nyholm Debess, Duo fyri tvær violinir eftir Kára Bæk, Echoes of the past eftir Sunleif Rasmussen og Bøhmerlands Dronning eftir Kristian Blak.
                      Fløgan hevur heiti eftir verkinum hjá Sunleif Rasmussen, Echoes of the past..
                      Fløgan er tikin upp í Útvarpi Føroya og Finnur Hansen var tøkningur. Sámal Petersen var freimleiðslustjóri og Ole Wich gjørdi fløguhúsan.Tutl gevur fløguna út.