Sámal og Uni eiga ársins húsa

Sámal Blak og Uni Árting tóku fyri løtu síðan móti FMA-virðislønina fyri Ársins húsa, ið Niels Uni Dam handaði teimum. Niels Uni Dam umboðar felagið Samskifti, ið velur Ársins húsa.


Tað er fyri húsan til útgávuna Kapnas spælir Blak, at teir báðir fáa heiðurin í ár. Til útgávuna hjá Mattias Kapnas hevur Sámal Blak málað fýra málningar, til tey fýra ymisku verkini, ið myndprýða húsan.


Sjálv fløgan var eisini í uppskot til at gerast ársins útgáva/konsert, meðan Mattias Kapnas fyrr í kvøld vann heiðurin sum Ársins sangari/einleikari.