Sámal Mikal, bóndi á Viðareiði, er farin

Tað var ein stór mannfjøld, sum nýggjársdag fylgdi Sámal Mikal, bónda í Heimistovu á Heygum á Viðareiði, til hansara seinasta hvíldarstað

Tá Sámal Mikal sunnumorgunin gjørdi seg til reiðar at fara á møti í Saron, har hann hevði sína trúføstu gongd, var hann brádliga tikin úr hesum heimi - heim til tann Harra, hann hevði sett sítt álit á.
          Hann slapp burtur, júst sum hann sjálvur hevði ynskt og biðið eftir, uttan sjúkralegu og við fullum førleika, til hann nú fór, 78 ára gamal.
          Sámuel Michael Matras Absalonsen var sonur Malenu og Niels Jacob. Men, sum tann tjóðskaparmaður, Sámal Mikal var, vildi hann, at navn sítt skuldi stavast á føroyskum.
Hann giftist Kristinu Justesen, sum var úr teimum norðrastu húsunum í Føroyum, uppi við Garð á Viðareiði. Stina og Sámal Mikal fingu tríggjar synir og tvær døtur.
          Í 1956  festi hann garðin í Heimistovu á Heygum eftir pápa sín, og hevur hann rikið garðin síðani; seinnu árini tó saman við soninum, Niels, sum festi í 1980.
          Hann var av sterkastu og arbeiðssamastu monnum. Sum 17 ára gamal gjørdist hann sjúkur av giktfepuri. Læknin segði honum, at fekk hann sær ikki eitthvørt lætt arbeiði, fór hann neyvan at gerast stórt eldri enn 30 ár. Men Sámal Mikal segði, at hann vildi fyrr doyggja ungur, enn at liva sitandi.
 
Sterk var hin hond
 
Í 1942 vóru viðingar farnir við 2 bátum úr Eiðsvík á fjall í Viðvík. Tá teir komu aftur var so nógv brim, at ikki slapst at við bátunum.
          Fyrri báturin, ið kom, var 5-mannafar. Teir vóru bidnir at rógva inn í mølina og í somu løtu, báturin bar við land, var ein manngarður um hann, og bar hann niðanfrá við øllum, sum í honum var.
          Seinni báturin var 8-mannafar, og millum mennirnar við honum var Sáma Mikal. Hjá teimum stóð heilt illa til, tí veðrið var øtlað hesa løtuna, og báturin drakk sjógv í bæði borð.
Men somu sterku hendur, sum høvdu lyft fyrra bátin niðanfrá, stóðu aftur hesa ferð til reiðar og tóku um stokkarnar á bátinum, so útsúðurin ikki fekk hann við sær aftur í havið. Menn og seyðir vórðu bjargaðir, men báturin varð ikki afturgjørdur.
          Henda hending stendur at lesa í bókini um Viðareiðis bygd hjá Símuni Hansen, Tey byggja land, og var Sámal Mikal tann seinasti, sum livdi eftir av teimum, ið við vóru. Hann var tá 18 ára gamalur.
          Henda dagin mundu mangar takkarbønir stíga upp til Guds, sum helt sína sterku hond yvir hesum monnum, sum øll bygdin tigandi og óttafull sá berjast móti náttúrunar kreftum.
 
Trúfastur maður
 
Sámal Mikal var ein lítilátin og serstakliga dámligur maður. Hann elskaði síni børn og barnabørn fram um alt á jørð.
          Hann var vinsælur og ein barnavinur burturav. Har Sámal Mikal var, vóru eisini børnini, ongantíð kveistraði hann tey burtur, hvørki síni egnu ella annara.
          Hann var álitismaður, og tvey skeið sat hann í bygdaráðnum, eitt skifti sum formaður.
          Hansara trúfesti í samkomuni verður tungt at lyfta eftir hann, og fer hansara stillføra rødd at verða nógv saknað av teimum, sum savnast í Saron.
          Ærað verði minnið um Sámal Mikal Matras Absalonsen.