Nógv bendir á, at annar av landsliðsmonnunum hjá GÍ, Sámal Joensen, er á veg til Íslands, har hann eftir ætlan skal spæla saman við Una Arge og Jens Martini Knudsen og undir leiðslu av Pálli Guðlaugsson. Men tað er eisini nógv, sum bendir á, at støðan millum Sámal Joensen, GÍ og Leiftur er ein, sum ikki líkist so lítið teimum, ið tað hevur verið at hoyrt um í fjølmiðlunum úti í heimi, tá fulltíðar yrkisspælarar hava ætlað sær at skift frá einum felagi og til eitt annað.
Torstein Thorvaldsson er formaður í Leiftri, og hann váttar fyri Ítróttarsosialinum, at teir hava gjørt eina avtalu við Sámal Joensen, og at teir rokna við, at triði føroyingurin á liðnum hjá teimum í ár kemur yvir til Ólafsfirðar áðrenn hálvan mai, soleiðis at hann kann vera við, tá tað mikudagin 19. mai verður farið undir íslendsku landskappingina.
Tá vit spyrja formannin í Leiftri, um teir hava verið í sambandi við GÍ, svarar hann, at tað hava teir ikki, men at teir ætlaðu at fáa hetta frá hondini seinni í hesi vikuni. Hann roknaði kortini ikki við, at hetta fór at vera nakar trupulleiki, og tað vil siga, at hann roknaði við, at GÍ fór at lata spæliloyvið frá sær, uttan at Leiftur skuldi rinda stórar upphæddir fyri tað.
GÍ vil hava pengar
Í gjáramorgunin høvdu tey í GÍ einki hoyrt úr Íslandi, men vit skilja á lagnum, at tá áheitanin fer at koma, ætla tey í Gøtu Ítróttarfelag sær ikki at lata spæliloyvið hjá Sámali Joensen til Leiftur, uttan at íslendska felagið skal rinda eina upphædd fyri tað, sum gøtumenn kunnu brúka at fáa ein spælara fyri, ið kann lyfta tunga arvin eftir mest týdningarmikla spælaran hjá GÍ.
Úr Gøtu frætta vit, at Leiftur fyri nakað langt síðani spurdi seg fyri at fáa spæliloyvið hjá Sámali Joensen til Íslands, og at svarið var, at hetta kundi ikki koma upp á tal, uttan at ein stór peningaupphædd varð løgd á borðið ? ein millión krónur hevur verið nevnd ? og síðani tá hava gøtumenn einki hoyrt frá teimum á Ólafsfirði. Og í Gøtu dylja tey ikki, at tað harmar tey almikið, at íslendingarnir hava havt samráðingar við spælaran uttan um felagið, sum hann hevur sáttmála við. Hetta er beinleiðis í stríð við galdandi UEFA reglar.
Í GÍ duga tey heldur ikki at skilja, at Leiftur kemur í mai mánaði og vil hava spæliloyvið hjá Sámali, tá teir longu í oktober fyri fyrstu ferð góvu til kennar, at teir vóru áhugaðir í at fáa Sámal. Gøtumenn halda, at tá ynskið kemur eftir fyrsta mai, sum er evsta mark fyri keypi av útlendskum spælarum, so er støðan so óheppin fyri GÍ, at tað má ávirka prísin uppeftir.
GÍ gjørdi í fjør ein tvey ára sáttmála við Sámal Joensen, og tað vil siga, at tað ber ikki til at flyta spæliloyvið hjá honum til annað felag, uttan at GÍ gevur loyvi til tað, og tað vilja gøtumenn bara gera, um teir fáa eina upphædd, sum kann brúkast at keypa onkran annan spælara. Vit hava skilt, at GÍ hevur biðið um loyvi at brúka ikki bara ein, men fleiri útlendingar. Hetta eru spælarar, sum møguliga skulu loysa Sámal Joensen av, men enn er órgreitt, um talan verður um avtalu millum ein ella fleiri teirra og GÍ.
Spurningurin er, um íslendska felagið og GÍ kunnu semjast um ein keypsprís í fyrsta fótbóltshandlinum av hesum slagnum í føroyskari fótbóltssøgu. Tað fæst ikki at vita, fyrrenn Leiftur hevur sett seg í samband við GÍ. Kemur hetta upp á pláss, so bendir nógv á, at Sámal Joensen spælir fyri síðstu ferð ? í hesum umfarinum í hvussu so er ? fyri GÍ, tá teir sunnudagin fáa vitjan av VB.
Um ein sáttmáli verður undirskrivaður, so verður hann galdandi fyri íslendska kappingarárið. Íslendska kappingin verður spæld frá miðskeiðis í mai og til seinnu helvt av september, og har er eingin summarsteðgur, soleiðis sum tað er í Føroyum og nógva aðra staðni í Europa.
Vil fegin avstað
Sámal Joensen váttar fyri ítróttarsosialinum tíðindini frá formanninum í Leiftri, at ein avtala er gjørd millum hann og íslendska felagið. Hann leggur afturat, at talan er um munnliga avtalu, og hann vónar, at viðurskiftini millum GÍ og Leiftur kunnu fáast upp á pláss sum skjótast, soleiðis at hann longu í næstu viku kann fara til Íslands, skriva undir sáttmálan og spæla fyri nýggja felagið.
? Eg havi fingið eitt tilboð frá teimum, sum eg ikki kann siga nei til. Fyri stuttum var eg liðugur at læra, og tá tað nú vísir seg, at dreymurin um at liva av at spæla fótbólt kann gerast veruleiki, so er hetta lokkandi, eisini tí hetta gevur mær og familjuni høvi at búgva í einum øðrum landi og royna, hvussu familjulívið er, har inntøkan stavar frá yrkisfótbólti.
Hetta sigur Sámal Joensen, sum kortini sigur seg skilja, tá GÍ heldur hetta koma illa við hjá teimum, men hann vónar altso, at spurningurin kann loysast.
? Eg eri gøtumaður, og eg havi altíð spælt við GÍ. Tey síðstu seks árini havi eg verið fastur á besta liðnum, og tí er tað bara nátúrligt at royna okkurt annað, nú møguleikin er at fara uttanlands. Eg havi tosað nógv við Jens Martin Knudsen, og eg haldi, at hetta ljóðar sum ein spennandi avbjóðing, sigur Sámal Joensen.
Endurtøka frá teimum stóru
Og so kunnu vit bara ímynda okkum, hvussu tað fer at tørna út, um GÍ og Leiftur ikki semjast um ein prís fyri arbeiðssama og málsókna miðvallaran. Gera teir ikki tað, so er ikki so langt til søguna um tvíburðarnar hjá Ajax í Amsterdam, sum spanska Barcelona ? uttan at seta seg í samband við felagið hjá teimum ? bjóðaði nógv hægri løn, enn teir fingu í Ajax. Danski Morten Olsen var venjari í Ajax, og hann segði korta nei at selja spælararnar, sum hann metti vóru lyklaspælarar á liðnum. Eftir togan aftur og fram hildu spælararnir fram at spæla í Ajax, men tað var sjón fyri søgn, at sinniliga vóru teir longu fluttir úr felagnum, og avrikini vóru ikki á hædd við tað, tey høvdu verið, og so gav Ajax skarvin yvir og seldi teir.
Støðan millum Leiftur, GÍ og Sámal Joensen tykist minna ikki sørt um hesa søguna. Men nú fáa vit at síggja, hvussu hetta fer at tørna út. At holið, sum skal fyllast, verður ógvuliga stórt, um besti spælarin hjá GÍ flytir av landinum í komandi viku, er einki at ivast í.