Sámal Jacobsen 40 ár

Sunnudagin 29. juni fyllir Sámal Jacobsen á Argjum 40 ár.

Sámal er føddur og uppvaksin í Havn, sonur Beintu, f. Háberg, og Eiler Jacobsen í Havn. Hann er útbúgvin skipari og siglir við skipum hjá pápa sínum. Hann hevur siglt sum stýrimaður og skipari á Sólborg og siglir í dag sum skipari á Krúnborg. Sámal er giftur við Henriettu, f. Heinadóttir Heinesen, dóttir Mariu, f. Højsted, og Heina Heinesen á Argjum. Saman reka tey eisini sólmiðstøðina Sólborg á Argjum. Sámal verður burturstaddur føðingardagin.