Ein kend býarmynd í Havn, Sámal Clementsen, hevur nú lagt ¾ øld aftur um seg. Sámal kom á blaðungum árum at starvast hjá tí, sum miðskeiðis í 20. øld nevndist »Post og Telegrafvæsenet«, og sum í 1976 gjørdist tann yvirtikni stovnurin »Postverk Føroya«.
Í samfulla hálva øld var Sámal ein trúgvur og drúgvur tænari fólksins, bæði í P&T og í Postverki Føroya. Á ungum árum kom hann at starvast saman við Pedda Post, Jógvan Post, Lava-Jákup, Jákup Sale og øllum hinum legendarisku postmonnunum, sum vóru eitt við fólkið, sum her búðu. Saman við Eileri Rubeksen, Símuni Samuelsen o.ø. gjørdist Sámal eisini við tíðini ein kend býarmynd. Tá á døgum vóru menn fyrst aspirantar, áðrenn teir vóru settir í starv sum tænastumenn hjá P&T. Hetta var í tíðini, tá postboðsstarvið ikki var eitt vinstrahonds discountarbeiðið, men eitt tignarligt starv, sum kravdi sín mann.
Sámal hevur havt eina ótrúliga uttanatsvitan um, hvar hvør búði í Havn, Hoyvík og á Argjum, og hann var ikki sørur, tá tað kom til at kenna fólk kring alt landið. Sámal er í stuttum orðum eitt livandi »Postleksikon«, ein vitan sum bert kann tilognast við einari stórari arbeiðsrutinu.
Sámal var so gjøgnumførdur og nærlagdur, tá hann var virkandi postboðsformaður og kontroleraði postruturnar kring alt landið, at tað tíðum næstan kundi vera strævið fyri tey, sum varðaðu av viðkomandi postrutu. Men Sámal setti eina stóra æru í, at alt var avgreitt á rættan hátt.
Tiltikin sterkur og handaligur hevur Sámal eisini verið, og hevur hann smíðað, stoypt, fiskað og flett fyri allar pengarnar. Bæði børn, familja, vinir og onnur havt stóra gleði av tí stóra arbeiðsinnsatsinum, sum Sámal hevur lagt fyri dagin.
Bæði Post- og Telegrafvæsenet og Postverk Føroya er farin í søguni, men minnini standa í huganum, tá ein maður var ein maður, og tá eitt starv var eitt starv, har nærlagni, tign, samvitska og ein greiddur arbeiðssetningur gingu upp í eina hægri eind. Við sína lið hevur Sámal havt Jastrud, sum nú eisini fer um tey 75 árini, og saman fara tey í morgin at halda dupulta føðingardagin í felagshúsinum hjá Starvsmannafelaginum.
Jastrud og Sámal eiga fimm børn, Tey eru Anna, Malan, Elsebeth, Hans og Fróði. Jastrud og Sámal eiga 15 ommu- og abbabørn. Vit sum arbeiddu saman við og undir Sámali ynska honum og Jastrud tilluku við teimum 150 árunum. Hann, sum tit hava sett tykkara lít á sær til, at tit fáa eitt blítt og gott lívskvøld.
----------------
Fyrrverandi starvsfelagar