Sámal Blak fekk gávugóðsið

Listamaðurin Sámal Blak, fekk í morgun handað gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum, sum er 60.000 krónur

– Sámal Blak hevur hóast síni bara 23 ár longu víst hegni og fjølbroyttar skapanargávur á fleiri listarligum økjum, segði Elin Súsanna Jacobsen, vararektari á Fróðskaparsetur Føroya, tá hon handaði Sámali Blak gávugóðsið til samkomu á Fróðskaparsetrinum í morgun.
Sámal Blak ger høggmyndir, málningar, pallmyndir og fløguhúsar. Eisini hevur Sámal Blak gjørt planet virðislønina, sum verður latin tónleikarum á árligu Planet Awards.
– Í Føroyum eru umstøðurnar at arbeiða við ymiskum listafólkum so góðar, og tað er ein stórur fyrimunur í mun til at vera í stórbýnum, har tað er skjótt at fella burtur í millum, sigur Sámal Blak.
Hann gongur í løtuni á St. Martins College of Art and Design í London, men var komin heim til Føroya at taka í móti gávugóðsinum á Fróðskaparsetrinum í morgun.
Skúlan tekur Sámal fyri at fáa størri avbjóðingar, og ikki minst fyri at síggja heimin, sum hann tekur til.
– Tað er fyri at Sámal skal fáa umstøður at menna seg listarliga, at Grunnur Thorvald Poulsen av Steinum letur honum hesa gávu, segði Elin Súsanna Jacobsen, sum er
vararektari á Fróðskaparsetrinum, tá hon handaði Sámali Blak gávugóðsið.
Sámal Blak sigur, at 60.000 krónur má hann royna fáa at strekkja so langt sum gjørligt, tí í London er dýrt at búgva. Hann setir stóran prís upp á at hava fingið gávugóðsið. Ikki bara peningin, men eisini virðingina sum liggur í henni.
– Tað er týdningarmikið, at onkur vísir áhuga fyri tí man ger, heldur Sámal Blak.