Brunnbátareiðaríið Sølvtrans Rederi í Ålesund hevur gjørt sáttmála við Myklebust Verft í Sande í Sunnmøre um sín fjórða brunnbát frá skipasmiðjuni.
Skipið er av sama slagi, sum eitt annað skip, ið felagið letur byggja á somu skipasmiðju.
Skrokkarnir verða bygdir á turkisku skipasmiðjuni, Hat-San. Laksakapasiteturin á nýggja brunnbátinum, sum er bygginummar 76 hjá Myklebust, verður á 4000 rúmmetrar.
Sambært sáttmálanum verður skipið liðugt í oktober 2021.
- Vit eru errin av hesum sáttmála, og vit eru errin av at hava gjørt fleiri sáttmálar við Sølvtrans Rederi. Sáttmálarnir geva okkum góðar møguleikar at taka aðrar veitarar við.
Umsitingarstjórin hjá Myklebust, Roger Halsebakk, sigur við iLaks. at slíkir sáttmálar geva synergi og stóran lærdóm frá verkætlan til verkætlan.