Sólvit fer úr Kringvarpinum í Fólkaflokkin

Sólvit Nolsø, tíðindamaður í Kringvarpinum, gevst nú í starvinu sum tíðindamaður. Tann 1. apríl fer hann í starv sum skrivari hjá tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.

Sólvit hevur áður fingist við politikk. Hann hevur verið formaður í Havnar Framburðsfelag, valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Havn – og hann stillaði upp til løgtingsvalið í 2015.

Hann gjørdist tá nummar 11 á listanum við 162 persónligum atkvøðum.

Tað var ikki nóg mikið at koma á ting – og tá Fólkaflokkurin endaði í andstøðu vóru heldur ongar vónir um at fáa ein varasess.

Sólvit hevur nú starvast sum tíðindamaður í nøkur ár. Fyrst í Miðlahúsinum, seinni í Kringvarpinum. Helst av somu orsøk stillaði hann ikki uppaftur á løgtingsvalinum í 2019. Men hevði hann gjørt tað, so hevði 11. pláss verið nóg mikið til ein fastan tingsess. Tí Fólkaflokkurin fekk 8 fólk vald á valinum. Trý teirra fóru í landsstýrið, og av tí, at Annika Olsen var á 10. plássi og harvið 2. varaumboð hjá flokkinum, vóru eisini boð eftir 12. fólki á listanum ta tíðina, Annika Olsen var borgarstjóri í Havn.

Sólvit byrjar í starvinum hjá Fólkaflokkinum 1. apríl.