Sølvi Winther Olsen, kommunulækni: Læknar kunnu ikki halda skil á

Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn, heldur, at tað er torført hjá læknum forða fyri, at stuðulin til heilivág verður misnýttur. Ein broyting í kunngerðini ella lógini kann forða hesum, um myndugleikarnir vilja koma hesum til lívs

 

Tað eru fleiri faktorar, sum gera seg galdandi, tá sjúklingar keypa sær heilivág til fleiri mánaðir í senn. Hetta sigur Sølvi Winther Olsen, ið er kommunulækni í Havn.

? Til fleiri sjúklingar er tað neyðugt at skriva reseptir, sum kunnu brúkast fleiri ferðir. Hetta gera vit læknar fyri at lætta um hjá sjúklinginum, so teir sleppa frá at renna til læknan og á apoteki at fáa sær tann neyðuga heilivágin, sigur Sølvi Winther Olsen.

Læknar hava møguleika skriva reseptir, sum kunnu brúkast tilsamans seks ferðir. T.v.s. at reseptirnar kunnu endurtakast fimm ferðir. Hetta gevur sjúklinginum møguleika at keypa nógvan heilivág í senn.

Sølvi Winther Olsen heldur, at tað sjálvandi er harmiligt, um tað er so, at fólk leggja heilivág undir seg við endan á hvørjum ársfjórðingi fyri at spara egingjaldið.

Hinvegin heldur hann ikki, at tað kann áleggjast læknunum at skipa soleiðis fyri at hetta ikki skal kunna bera til.

? Arbeiðshátturin í sambandi við reseptirnar er nóg torførur at fáast við sum er, sigur Sølvi, ið heldur, at um nakað skal gerast fyri at forða hesum, so skulu broytingar gerast í kunngerðini ella lógini.


Frælsi hjá sjúklinginum

Fleiri sjúklingar eru rættiliga tengdir at sínum heilivági. Tí mugu teir hava heilivágin liggandi á fleiri støðum, har teir ferðast dagliga. Heilivágurin skal vera tøkur á arbeiðsplássinum, í bilinum, heima við hús og á støðum, har viðkomandi ofta ferðast. Hetta kann vera í húsunum hjá børnunum o.s.fr.

Tí er tað neyðugt hjá fleiri sjúklingum at hava stórar nøgdir av heilivági tøkar.

Tað er eisini umráðandi hjá sjúklingum at hava eitt ávíst frælsi, so teir ikki eru bundnir at heilivági, apotekinum og sínum lækna allatíðina, vísir Sølvi á. Hann vísir í hesum sambandi á astmasjúklingar, sum mugu hava sín heilivág allastaðni kring seg í gerandisdegnum.

Tí kann tað vera neyðugt hjá fleiri at leggja nakað av heilivági undir seg.

Sølvi Winther Olsen slær eisini fast, at tað lættir nógv um arbeiðsbyrðina hjá læknum, at teir kunnu skriva reseptir til sjúklingar og reiterera (endurtaka) tær.

? Skipanin er ikki gjørd fyri at snýta, tað kunnu vit sláa fast, men um onkur mjólkar skipanina ov nógv, so er tað bara harmiligt, sigur Sølvi.

Kommunulæknin slær tó fast, at tað er væl møguligt hjá einum sjúklingi at leypa ein ársfjórðing um og harvið spara egingjaldið tann ársfjórðingin.

? Í hesum sambandi haldi eg ikki, at man skal leggja eftir útskrivingarpraksis, sum er nóg torfør at fáast við sum er, sigur Sølvi Winther Olsen at enda.