TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Sølva Vatnhamar, landsliðsspælara hjá Vìkingi aftaná Sølvi og liðfelagarnir høvdu vunnið stórsteypadystin ímóti NSÍ aftaná brotssparkskapping.
Sølvi Vatnhamar fegnast um, at Víkingur megnaði tað sum hann nevnir tað seinastu testina áðrenn landskappingin fer í gongd. Hann undirstrikar, at teir í Víkingi fara altíð eftir einum steypi tá teir hava møguleikan.
Leikliga er Sølví Vatnhamar ikki nøgdur við spælið í tí seinasta triðinginum av vøllinum. Har heldur hann, at liðið hevur nakað at arbeiða við til komandi venjingarnar.
Sølvi gevur Eliasi Rasmussen, málverja heiðurin fyri at tryggja Víkingi stórsteypið aftaná tríggjar brotssparksbjargingar.
Sølvi meldar varisliga út um málsetningin fyri landskappingina, og staðfestir, at Víkingur byggir upp av nýggjum: - Tá ein hevur spælt um steyp seinastu mongu árini er tað kanska eitt afturstig at siga, at Europa League er málið, greiðir hann frá, og minnir á spælararnir Víkingur hevur mist síðani kappingina í fjør.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Vìkingi, Maurice Ross kann hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze kann hoyrast HER
Tróndur Arge segði frá stórsteypadystinum á Rás2, og André Olsen var viðmerkjari. Hoyr hæddarpunktini frá dystinum HER